Handilstreytir

Umbýting 

Vøran kann býtast um innan 14 dagar eftir veiting, um hon er í sama standi, sum tá hon varð keypt - t.v.s. vøran má ikki vera pakkað út, latin upp ella brúkt/roynt e.l. Vøran kann býtast til reiðan pening ella aðra vøru. 

Tú skalt skrivliga boða frá við telduposti til glitrashop@outlook.com, um tú ynskir at nýta umbýtingarrættin.  

Undandtøk til umbýtingarrætt eru hesi: 

  • Gávukort kunnu ikki býtast við reiðan pening 
  • Vørur keyptar á útsølu kunnu ikki býtast um við aðra vøru ella reiðan pening 
  • Veitingarkostnaður verður ikki endurgoldin 

Vinarliga boða okkum frá á glitrashop@outlook.com og send vøruna til: Á Fløttinum 14, 950 Porkeri. Til ber eisini at koma framvið við vøruni eftir avtalu. 

Kundin hevur ábyrgd og heftir fyri vøru, sum verður send aftur, um hon møguliga verður skødd ella burturmist. Tískil viðmæla vit at senda við sporing ella sjálvi at koma við vøruni. 

 

Trúnaður 

Fyri at keypa á Glitra.fo, hava vit tørv á hesum upplýsingum um teg: 

  • Navn 
  • Bústað 
  • Telefonnummar 
  • Teldupost 

Vit nýta hesar upplýsingar, tá vit skulu veita tær vøruna. Persónsupplýsingar verða goymdar í 5 ár og verða síðani strikaðar. Tá persónsupplýsingar verða savnaðar er hetta altíð eftir at tú, sum kundi hevur givið samtykki til tess. Tú fært altíð at vita hvørjar upplýsingar skulu nýtast og hví. 

Eigarin, Armgarð Strøm, er tann einasta, sum hevur atgongd til hesar upplýsingar um teg. Tú hevur altíð møguleika at fáa innlit í, hvørjar upplýsingar vit hava um teg. 

Persónsupplýsingar verða ikki givnir ella seldir víðari til onnur. Teir eru einans goymdir í okkara kundasavni. 

Tú kanst til einhvørja tíð biðja um at fáa tínar upplýsingar strikaðar. 

Teknar tú teg til tíðindabræv, skráseta vit tín teldupost, sum ikki verður víðarigivin til onnur. 

Spurningar hesum viðvíkjandi kunnu sendast til glitrashop@outlook.com 

Gjalding 

Møguligt er at gjalda elektroniskt við gjaldskorti. Tá farið verður til kassan, og gjaldstreytirnar eru góðkendar, verður ein bíleggingarváttan send sjálvvirkandi við telduposti. So skjótt peningurin er móttikin, verður bíleggingarseðil og vøra send. Gjaldast skal, áðrenn vøran verður veitt, ella áðrenn vøran kann heintast. 

Øll kortgjøld verða viðgjørd av Clearhaus, umvegis gjaldsskipanina hjá QuickPay. Glitra.fo goymir ongar kortdátur. Glitra.fo deilir onga vitan um kundar okkara (so sum navn, teldupost, bústað ella annað) við triðja part, tó undantikið QuickPay. 

Gjaldast kann við hesum kortum: 

  • Visa/Dankort 
  • Visa 
  • Visa Electron 
  • MasterCard 
  • MasterCard Debit 

Cookies 

Á Glitra.fo nýta vit cookies fyri at gera tína vitjan so væl eydnaða sum møguligt. Hetta loyvir ávísum funkum so skipanin t.d. kann minnast hvat er í keypskurvini. Tú kanst til einhvørja tíð strika cookies frá tínari eind. 

 

Veiting 
 

Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast Á Fløttinum 14, 950 Porkeri, eftir avtalu. 

Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-2 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 49 kr.

Um bílagt og goldið verður seinni enn kl. 17 hósdag til leygardag ella á almennum frídegi, verður vøran send komandi yrkradag. 

Henda frávik, verður tað fráboðað við telduposti. 

 

Bílgging 

Tá tú bíleggur á Glitra.fo, fært tú sjálvirkandi eina bíleggingarváttan senda við telduposti. Henda bíleggingarváttan er ikki ein juridiskt bindandi avtala millum teg og Glitra.fo. Vit tilskila okkum rættin at strika bíleggingina, um villa er við prísinum, veiting av vøru, um vøran er útgingin ella líkandi. Tá bíleggingin er endaliga avgreidd, fært tú ein faktura sendandi við telduposti, sum er ein bindandi avtala millum teg og Glitra.fo.